20 milliardir fyri el-samfelagiš Fųroyar?

2. partur av trimum.

 

Hugleišingar ķ sambandi viš, at SEV hevši kunningarfund um śtbygging av vatnorkuni kring Vķkarvatn ķ Eyšnuni į Oyrarbakka tann 4. oktober 2010. Fyrsti partur snśši seg um verkętlanina og sjónarmiš, sum hųvdu samband viš nišurlagin av vakurleika ķ nįtśrini og minkandi lķvsvirši ķ ųkinum.

 

Eg havi eisini mist!

Stjórin ķ elfelagnum heldur, at ųll missa okkurt, og taš kann hann hava rętt ķ. Sjįlvur hevur hann mist berfųttar lųtur viš tjarnir og lųkir į lyngheišunum uppi ķ Hoyvķkshaganum. Men kunnu vit brśka taš til nakaš? Stjórin var smįdrongur, tį fyrstu fólkini settu seg nišur ķ ovaru Hoydųlum, og kundi tķ neyva gera vart viš skeivleikan ķ hesum, um hann helt taš vera ein skeivleika. Taš hevur tikiš nógv įr at bygt allan hagan av, men hevur stjórin mótmęlt. Hevur hann sett spurnartekin viš hesa bygingina, sķšani hann bleiv vaksin? Hevur hann spurt, um hetta nś var taš besta fyri Sušurstreymoy ella Fųroyar?

 

Ķ sambandi viš Vķkarvatns­verkętlanina eru taš nųkur fólk, sum eru ivasom og spyrjandi, įšrenn verkętlanin fer ķ gongd. Taš er ein tżšandi munur. Nųkur av teimum missa ikki ein gong barnaupplivingar, tķ tey eru ikki barnvaksin ķ ųkinum. Taš veršur bara stašfest, at vakurleikin veršur lagašur nišur ķ nįtśruni, og at lķvsviršiš ķ ųkinum minkar av hesum verkętlanunum.

 

Tį vestursķšan av Saksunardali veršur tikin upp ķ skipanina, er umleiš helvtin av Streymoynni og ein trišingur av Eysturoynni įvirkaš av vatnorkuśtbyggingunum. Taš eru umleiš 20% av fųroysku nįttśruni. Men tęr veita bert eini 10% av orkutųrvinum į landi til taš tķš. Hugsi tykkum, um hetta var stųšan ķ Noregi ella Ķslandi ella USA?

 

Hvussu nógv tola vit at missa? varš spurt į fundinum. Sųgan sigur okkum, at her eru eingi fyrilit, og tķ gerast vit mistrśgvin. Umframt at įirnar minka ella hvųrva, eru so nógv bonsk sįr og įvirkanir ķ langa tķš. Vit eru óš og mįttleys, hóast vit nś fingu eitt andarhol eina lųtu. Hesi višurskiftini eigur kommunan so avgjųrt at taka viš, tį hon fer av višgera eina mųguliga umsųkn um vatnorkuśtbygging kring Vķkarvatn.

 

Villini lķviš

Nįtśrvišurskiftini ķ Sundalagnum vóru eisini til višgeršar. Hvussu veršur Sundalagiš įvirka av, at meginparturin av vatninum veršur latin śt į tveimum stųšum ķ noršara parti av sundinum. Jś, kanningar hava veriš gjųrdar og fara at vera gjųrdar. Śrslit frį innara parti av Funningsfirši benda į, at broytingarnar eru ikki so stórar, at tęr įvirka lķviš ķ fjųršinum.

 

Veršur undirhagin turrari, soleišis at mógjųršin tornar og leysgevur nišurbundiš CO2, hevur onkur spurt um fyrr. Hvussu veršur į Móstųšuni viš Noršskįla, sum fyrr var mett til eina mųrk fyri sķtt meingi av kręklingi og fugli. Fer hon at minka og vįrtjųldrini at hvųrva?

 

Fara sķlastovnarnir ķ teimum ymisku įunum at halda tųrn? Er nakaš gjųrt fyri at tryggja lķvfrųšiliga margfeldiš av hesum sķlastovnunum?

 

Arbeišsplįss

Taš var skjótt at fįa greišu į, hvussu nógv arbeišsplįss vóru ķ vanti her. Byggingin fer at taka fżra įr, og taš vera 25 arbeišsplįss hesi įrini. Veršur verkętlanin ikki gjųrd, so vera hasi arbeisplįssini ikki at fįa. Tį byggingin er lišug, veršur einki arbeidsplįss. Bert eitt mannleyst verk inni ķ fjallinum. Fjarstżrt frį nżggju “Smart Grid” stżriskipanini śti viš Landavegin ķ Havn. 

 

 

Skipį rennir oman viš Dśgugųršum ķ Pollin ķ Saksun. Bert 13 % av tilrenningarųkinum veršur nišanfyri vatntųkurnar. Verša 13% av vatninum eftir ķ įnni?

 

 

Noxir og Soxir

Nakrir meira tekniskir spurningar vóru eisini. Ein spurningur, sum fleiri vendu aftur til, var, um taš ikki bar til at leiša ein part av mųguligum yvirskotsvatni frį Vķkarvatnbyrgingini yvir ķ Fossį. Taš tóktiskt, sum elfelagiš hevši umhugsaš hendan spurningin gjųlla, og varš komiš til taš, at hetta ikki var so einfalt. Fleiri vóru tó ósamd viš hesum. Spurningurin er, um taš er rętt at taka ein foss burturśr? Hvat viš teimum trimum fossunum į Saksun, sum verša nógv haršari raktir enn Fossį?

 

Nś elfelagiš fųrir seg grųnliga fram, varš fregnast um, hvųrt verkiš į Sundi ikki reinsaši roykin. Nei, man kann seta so nógv filtur upp sum man vil, men taš letur seg ikki gera at fįa CO2 śr roykinum, men bara noxir og soxir, greiddin stjórin frį. Tokutala fyri tey flestu.

 

Tungolja er ein ręttuliga dįlkandi orkukelda. Umframt CO2, er SO2, ein av soxunum, og NO2, ein av noxunum, partar av roykinum. Ķ vįtu luftini verša tey til svįvulsżru og saltpetursżru, sum sśrga vatn og jųrš. Ķ įrsfrįgreišingini upplżsir SEV bert śtlįtiš av CO2, sum var 112.750 tons ķ 2009 ella eini 15% av fųroyska śtlįtinum av CO2. Eg kenni ikki hini tųlin, men havi gjųrt nakrar metingar śt frį ymsum tilfari. Talan er um eini 350-700 tons av SO2 og góš 2.000 tons av NO2. Harafturat koma eini 3 tons av N2O, sum hava lķka stóra įvirkan į hitalagiš, sum 900 tons av CO2. Afturat hesum koma nųkur tons av metalum, sum hava meira og minni góša įvirkan į umhvųrviš. Men taš mesta rekur avstaš viš vindinum, so....?

 

Stjórin ķ SEV plagar at brśka vendingina, at tųknin er ikki tųk, ķ merkingini vęl kend og roynd, tį onkur hevur hug at brśka ašra tųkni til elframleišslu, enn taš sum veršur brśkt. Men tųknin at reinsa royk er bęši kend og roynd. Taš veršur eisini gjųrt nógv viš at fįa CO2 śr roykinum į orkuverkum. Tųknin mennist ķ hvųrjum, men hvat gert tś viš CO2-iš, sum tś fęrt śr. Ein mįti er at pumpa taš nišur aftur hagar, taš er komiš frį. Nišur aftur ķ tómu oljukeldurnar.

 

Nišurstųšan mį vera, at elfalgiš kundi reinsaš roykin į Sundsverkinum, men ger taš ikki. Taš er sjįlvandi ikki ókeypis at gera hesa ķlųguna, umframt at hon kostar fitt av peningi at reka. Men skal man vera grųnur, so skal man vera grųnur, ella hvussu?

 

CO2- kostnašur og framleišskukostnašur

Roknaš veršur viš, at verkiš viš Vķkarvatn fer at minka oljunżtsluna til elframleišslu viš 3.600 tonsum. Taš merkir, at śtlįtiš av CO2 veršur góš 10.000 tons minni um įriš. Ķlųgan er mett at kosta 640 milliónir kr. Taš merkir, at ķlųgan er góšar 160.000 kr fyri hvųrt tonsi av CO2. Taš ljóšar ųgiliga nógv,  men elfelagiš hevur ikki višgjųrt hendan spurningin, so fundurin gav ikki nakra nęrri frįgreišing um kostnašurin fyri at minkaš CO2 śtlįtiš er rķmiligur.

 

Fregnast var eisini eftir, hvat framleišsluprķsurin fór at vera į nżggja verkinum. Taš vķsti seg heldur ikki at vera so lętt at fįa hann at vita. Til endans helt stjórin tó, at onkur hevši sagt, men legši ikki ķ at siga hvųr, at prķsurin fór at vera 50-60 oyru fyri kWh, og at ķlųgan var skilagóš. Trśgvi tķ, hvųr iš vil! Uttan at vera fķggjarkųnur hevši eg vęntaš, at framleišsluprķsurin lį nęrri tķ tvķfalda. SEV roknar viš, at kostnašarstųšiš fer at hękka eini 5% um įriš komandi įrini. Taš merkir, at vanligi brśkarin fer at gjalda 2,50 kr fyri kWh ķ 2020.

 

Višvķkjandi hesum bįšum višurskiftum hevši taš veriš upp į plįss, at elfelagiš kom viš nęrri frįgreišingum.