20 milliardir fyri el-samfelagiš Fųroyar?

1. partur av trimum

 

 

Hugleišingar ķ sambandi viš, at SEV hevši kunningarfund um śtbygging av vatnorkuni kring Vķkarvatn ķ Eyšnuni į Oyrarbakka tann 4. oktober 2010. Eftir eina sera drśgva tųgn, lat felagsskapurin huršarnar upp. Takk skal hann hava fyri taš, og takk skulu fólk hava fyri at mųta til fundin.

 

Vķkarvatnsverkętlanin

Stjórin hjį SEV greiddi frį verkętlanini. Ein ręttuliga tżdningarmikil grundgeving fyri at byggja vatnorkuna śt, sęr śt til at vera Vešurlagspolitikkur Fųroya, sum mišar eftir at minka CO2 śtlįtiš viš 20% ķ 2020 ķ mun til śtlįtiš ķ 2005.

 

Viš eini vęl fyriskipašari framlųgu gekk stjórin ķgjųgnum verkętlanina og greiddi frį, hvussu nógv hvųr į veršur įvirkaš. Roynt varš at grundgeva fyri, at ręttuliga nógv vatn fór at vera eftir ķ flestu įum. Fossį var t.d. skorin nišur į 40% av mišal vatnnųgd, mett śt frį lendinum. Harafturat var ein serskipan gjųrd fyri Fossį um summariš, har mett varš, at eini 70% av vatninum um summariš fór at renna ķ įnni. Hetta veršur gjųrt fyri at śtlendsk feršafólk, sum koma til oyggjarnar ķ juni, juli og august, skulu hava nakaš at hyggja uppį. Hetta varš mett til ein miss upp į umleiš eitt prosent av framleišsluni.

 

Men harafturķmóti var eingin serskipan gjųrd fyri fossarnar ķ Gellingarį og Skipį ķ Saksun, hóast bert  įvikavist 30% og 13% av vatninum varš mett av vera eftir har, roknaš ķ mun til ųkiš. Soleišis sum lendiš er skapaš undir klettinum viš Skipį, ber illa til at vęnta annaš, enn at hon veršur turr ųll sum hon er. Ķ Gellingarį verša kanska nakrir dropar nišast ķ įnni. Tvųrį, sum rennur ķ Saksunarvatn, varš ikki nevnd serstakt, men varš tengd upp ķ alt tilreningarųkiš til Saksunarvatn. Man taš vera tķ, at minni en 13% av avfalsųkinum var eftir? Eg eri bangin fyri, at Tvųrį eisini veršur sera turr.

 

Eftir hesi framlųguni at dųma verša Skipį, Tvųrį og Gellingarį ķ Saksun sera, sera hart raktar. Tęr verša skróšturrar. Harafturķmóti fer taš helst at renna meira og minni ķ Fossį, ķ Noršaru og Sunnaru Gjįnagjógv sunnanfyri Langasand, ķ Kluftį ķ Vķk, ķ Įnni ķ Tjųrnuvķk og ķ Svķnaskoršarį ķ Sjeyndum.

 

Tvęr byrgingar verša gjųrdar viš Vķkarvatn, ein stųrri sunnanfyri og ein minni ķ landnyršingshorninum.  Vatnstųšan hękkar einar 25 metrar. Tķverri spurdi eingin, hvašani tilfariš til byrgingarnar fór at koma frį. Vķkarvatnsbyrgini fer tó bert at hava vatngoymslu til 12 daga nżtslu.

 

Fyri at fįa śtgerš og tilfar nišan til Vķkarvatn veršur ein tunnil gjųrdur upp ķgjųgnum hamaran sunnanfyri Fossį  frį vegnum noršarnfyri Langasand. Frį tunnlinum veršur vegur nišan til Vķkarvatn viš fųrligari brśgv um Fossį nakaš inn frį fossinum.

 

Verkętlanin veršur nś mett at kosta 640 milliónir kr. Har vera tvęr turbinur upp į 7 MW hvųr inni ķ eini hųll ķ fjallinum, og verkiš fer at framleiša knappar 40 milliónir kilowatt tķmar (38 GWh).  Taš merkir, at turbinurnar fara at mala einar 2.700 tķmar um įriš ella 31% av įrstķmunum. Ķ mišal veršur taš 7,4 tķmar um dagin. Mųguligt yvirskotsvatn frį byrgingunum viš Vķkarvatn fer ķ ein tunnil og ikki ķ Fossį. Ķlųgukostnašurin er knappar 17.000 kr fyri hvųnn megawatt tķma (MWh). Framlųgan um verkętlanini liggur į heimasķšuni hjį SEV, www.sev.fo, vel SEV, vel Frįgreišingar, vel Framlųgur,  vel Vķkarętlanin.

 

Um alt gongur eftir ętlan, veršur fariš ķ gong viš verkętlanina um eini fżra įr, og verkętlanin kann vera lišug um eini įtta įr. Stjórin kom eisini inn į 10 įra ętlanina hjį SEV, sum mišar eftir, at framleiša eini 260 milliónir kilowatt tķmar um įri viš vatni, vindi og ųšrum. Taš er umleiš tvęr og eina hįlva ferš so nógv sum ķ dag. Eftir framlųguna var ein hópur av višmerkingum og spurningum. Nišanfyri fari eg at trķva ķ nakrar av teimum.

 

 

Gellingarį rennur oman ķ Pollin ķ Saksun. Bert 30% av tilrenningarųkinum veršur eftir nišanfyri vatntųkurnar. Hvussu nógv prosent av vatni vera eftir ķ įnni?

 

Fagurleiki og upplivingar

Eitt av stóru evnunum var missurin av fagurleika og upplivingum. Kom at hugsa um, hvat viršiš ein śtferš hevur hjį foreldrum viš bųrnum fram viš Fossį nišan į Vķkarvatn. Grųnar flųtur, grót og skursl, rennandi vatn, tuttlandi lųkir, maškapirrur, bašandi fuglur, bleiktrandi sólarljós ķ sprutti frį spęlandi bųrnum. Hvat viršiš hevur taš fyri familiuna? Hvat viršiš hevur taš fyri onnur?

 

Ella hvat viršiš hevur ein lųta, tį tś bara hoyrir eina brśsandi į fara fram viš tęr ķ bęši borš? Einki annaš ljóš enn ein fossandi į? Sum ein morgun seinasta heyst eg sat turrskųddur į slęttanum fįar metrar inn frį eggini, har ovari fossur ķ Fossį fór frošandi śtav. Taš hevši regnaš alla nįttina, men ķ lżsingini sleit ķ. Įin var ręttuliga stór, men taš bar tó til at koma yvir į turra slęttan mitt ķ įnni ķ knęhųgum styvlum. Kanska ikki heilt vandaleyst, men frįlķkt. Hevur henda uppliving nakaš viršiš?

 

Sum eg sat umgyrdur av rennandi vatni og įarsjói, og sķggi sólarljósiš spęla sęr viš litirnar ķ gušuni frį fossinum nišanfyri, hugdi eg yvir į Eysturoyarlandiš hinumegin Sundiš. Har kom Trogarį brśsandi oman av Blįmansskarši millum Svartbaks­tind og Blįmansfjall, oman ķgjųgnum dalin og oman ķmóti Gjómunna ķ gjųnni viš Lżknir. Men stutt įšrenn hon kom til Gjómunnan, hvarv hon nišur ķ lendiš. Įarlegan nišanfyri sį śt til at vera turr.  Sjįlvandi! Trogarį er lųgd ķ tunnil noršur til byrgingina um Eišisvatn.

 

Hugaši viš męr sjįlvum, at um fįa įr kann eg ganga turrskųddur um Fossį ķ svartaskón ķ ųllum vešri. Vandaleyst og troystarleyst. Men nś fįa vit upplżst, at vit kunnu sita ķ bili nišan į Vķkarvatn. Gjųgnum tunnil og um brśgv.

 

Hvķ bara noršanfyri?

Onkur ilskašist inn į, at vatnorka bert veršur śtbygd ķ noršara parti av Eysturoy og Streymoy. Grundin er, at ķ hesum ųkinum viš hųgum fjųllum og vķšum vķddum er nógv vatn, greiddi stjórin ķ elfelagnum frį. Vatn sum samlar seg ķ įum viš fossum og gjįum. Hesar perlurnar ķ fųroysku nįtśruni eru eisini perlur ķ fųroyskum vatnorkuhųpi. Spurningurin er bara, hvųrjar perlur tś velur at hava ķ hondini?

 

Einki orš varš sagt um Eiš2 Sušur verkętlanina, sjįlvt um fundurin var ķ Eyšnuni į Oyrabakka og Eiši 2 Sušur verkętlanin gnagar seg ķgjųgnum Nųvina beint omanfyri Eyšnuna,. Eingin meting av, hvussu nógv vatn fer at vera eftir ķ Stórį į Oyri ella Breišį sunnanfyri Oyri. Eftir lendinum at dųma, veršur sera lķtiš vatn ķ hesum bįšum įum um eini tvey įr. Sjįlvur  haldi eg, at tųgnin um Eiš2 Sušur verkętlanina var eitt ręttuliga įgangandi, tį man nś var į Oyrarbakka.

 

Hvat er ein į?

Nęr er ein į, ein į? Hetta er ein įhugaverdur spurningur. Er skerda įin, įin meira? Hugsa tęr, at tś skart tveir trišingar av einum runni ella einum tręi, og taš ikki vaks śt aftur. Hevši taš veriš hugaligt at hugt at og hugna sęr rundanum? Ella tś kvetti tveir trišingar av veingjunum av einum villini fugli, sum var ein flogfuglur av Gušs nįi. Hevši hann ikki mist nógv av sķnum serligu eginleikum og vakurleika? Var hann longur ein flogfuglur av Gušs nįi? Ella var hann eitt neyšardżr?

 

Er įin ella fossurin, sum hevur mist tveir trišingar ella meira av sķnum greinum ella veingjum, longur įin ella fossurin? Ein breiš og kanska djśp įargeil, sum uppi undir vatntųkunum er turr, men lagrar sum ein lķtil lųkur longri nišri, er taš framvegis įin? Er hon ikki meira eitt neyšardżr av eini į? Ein vilstur lųkur? Ein lųkur sum ikki kennir seg heima, har hann rennir? Hann hevur mist sķtt natśrliga skiftandi flog, sķn vakurleika og villleika.

 

Romantiskt fjas! Segši onkur, eg sigi ikki hvųr, fyri at brśka somu vendingar, sum vóršu brśktar į fundinum, tį hugurin at svara meira neyvt ikki var so góšur.