Reynsatindur

 

Sunnudagin 5. juli 2009 skipaši Eysturoyar Gongufelag fyri gongutśri nišan į Reynsatind ķ Vįgum. Heini F. Petersen var feršaleišari.

 

Mjųrki lįg um tindarnar vestanfyri, tį vit fóru viš bili frį kommunuskrivstovuni ķ Sandavįgi nišan į Sandavįgshįls. Hašani gingu vit fram viš Ravnagjógv nišan ķ Rangidal og nišan į Rangihįls, sum liggur į 486 metrum. Hetta var helst hęgsta staš vit vóru į, tķ mjųrkin foršaši okkum at fara longur nišan.

 

Av Rangihįlsi gingu vit sušureftir undir Reynsatindi til Giljahaga, Tvįttį og oman viš vestursķšuni av Vįgadali oman til Kapteinsvarša. Til seinast gingu vit eftir vegnum oman til Giljanes og inn til Sandavįgs. Viš jųvnum millumbilum greiddi Heini frį ymsum višurskiftum į leišini, t.d. um rakstur av havsseyši av Slęttanesi, hagapartar og įseyšatal.

 

Hetta var vist trišu ferš, at Eysturoyar Gongufelag skipaši fyri tśri nišan į Reynsatind. Men heldur ikki hesaferš hepnašist  taš at koma nišan į tindin, sum er 676 metrar hųgur.