Gongutúrur av Nesi til Runavíkar

Seinasti summartúrurin hjá Eysturoyar gongufelag var sunnudagin 12. septembur. Gingiđ varđ av Nesi niđan á Svangskarđ og yvir um til Toftavatn til Runavíkar. Óli Simonsen og Jógvan Martin Olsen greiddu teimum 41 lúttakarunum frá ymiskum á leiđini. Umframt myndir frá sunnudegnum eru eisini nakar fáar eykamyndir av Fríđrikskirkjuni og minnivarđa teirra sjólátnu at síggja her.