Fossá ein dag í oktober

 

Leygarnáttina 10. oktober 2009 regnađi illa, men móti morgni sleit mestsum í. Um middagsleitiđ gekk eg ein túr fram viđ Fossá, millum Langasand og Haldórsvík.

 

Í Fossá eru tveir hřgir fossar. Fyrst gekk eg frá vegnum niđan móti tí niđara fossinum. Síđani fór er norđur til gjónna beint norđanfyri ánna, gekk upp á fyrsta hamaran og síđani suđuraftur til ánna har niđari fossur fer útav. Hađani gekk eg niđan móti tí ovara fossinum. Frá fossinum fór eg yviraftur til gjřnna og upp á nćsta hamaran, yvir til ovaru fossatrom. Mitt úti í ánni var eitt stórt turt řkiđ, sum tađ bar til at koma út. Sat eina lřtu og lýddi á áarduniđ. Tađ var hugstoytt at standa her og síggja Trogará hvřrva, áđrenn hon rann niđur í gjřnna í Lýknum hinumegin Sundiđ.

 

Eg slapp ikki tvřrtur um ánna har niđri henda  dagin. Fór inn aftur á áarbakkan, og gekk síđan niđan viđ ánni til fyrsta áin kemur í Fossá sunnanífrá. Har var Fossá breiđari og makari, og til bar til at koma yvirum. Gekk so oman viđ ánni sunnanfyri og fram viđ sunnaru trom.

 

Gekk omanaftur sama veg, sum upp, men fór ikki yvir til ánna aftur. Skuldi bara vera burtur eina lřtum, men hevđi nú veriđ einar tríggar tímar.