Varvasteinur - steinur og bátur

Á buđinum í Leirvík, út fyri gomlu střđni vestanfyri Mataránna, liggur Varvasteinur. Steinurin liggur eitt steinkast norđur úr střđni. Á hřgari flóđ liggur hann undir og á fjřru stingur hann langt uppúr. Tá nýggi bátahylurin eystanfyri havnina varđ gjřrdur, kom hann at liggja heldur nćr leiđini inn í og út  úr hylinum. Síđani tá hevur hann havt ávaringarstong viđ endurskini.

Varavsteinur hevur veriđ nógv brúktur sum mát fyri, hvussu vćl smádreingir duga at steina. Summir fáa sjálvdan smásteinarnar út til Varvastein, međan ađrir kasta teir sum einki langt út um hann.

Varvasteinur fremst á myndini og Innara bug aftanfyri til hřgru

Í desembermánađ 1946 kom ein 20 tonsari til Leirvíkar. Hann hevđi havt eina harđliga heimferđ úr Keypmanna-havn, har hann varđ bygdur. Tađ vóru brřđurnir Ingvard Joensen og Esmar Fjallstein, sum hřvdu keyp henda bátin, sum teir kallađu Varvasteinur. Ikki so lřgiđ kanska, teir hřvdu sćđ henda stein úr stovuvindeyganum í barnaheiminum niđri á Bakka alt teirra lív. Hesir menn vóru ávikavist pápabeiggi og navnabróđir mín og pápi mín.

Tjúgutonnsarin Varvasteinur í Leirvíksfirđi