Fullveldið

 

 

Fram ímóti aldarskiftinum varð nógv gjørt burturúr at lýsa fullveldið Føroyar. Hesin tátturin var gjørdur til heystveitsluna í Eydnuni á Oyrarbakka í 1999.

 

 

Lag: Lykke land


Føroyar í mong hundrað ár

vóru Danmarks svarta fár.

Gablarnir tá ráddu her.

Bráddliga við bál og brand

varð upplýst várt lítla land.

Støðga, tí ov nógv var ferð.

 

Fullveldið vit fáa brátt

áðrenn næsta øld er nádd.

Sum tað verður deiligt tá!

Fullveldið á hægsta tind,

fullveldið við lægstu grind,

fullveldið til stór og smá.

 

Upp úr øsku reisti seg

styrkna tráð til fullveldið.

Hugurin at sveima fór.

Einki er ómøguligt,

bara vit øll eru fitt,

og ei leika í sum djór.

 

Brettland okkum einki ger,

nú teir hava Tony Blair.

Brátt teir fluttu síðsta leik.

Olju seta vit í pant,

finna teir ein elefant.

Blokkurin fer upp í royk.

 

Sleppa vit at ráða sjálv

fáa vit helst hvør sín kálv -

haraft’rat eitt veðurlamb.

Eydnupillarar við smakk

fáa tey sum siga takk.

Bogan spenna vit á tamb.

 

Undanvind til Havnarbý

fáa tey sum hava frí.

Tak bert frakkan upp um høvd.

Alma býr við Havnarvág,

ALS eitt sindur burturfrá.

Lættliga vit verða gødd.

 

Næstan sum í Paradís

smakkar væl hvør ostaflís,

sjálvt um breyðið tað er  turt.

Dansa vit um gullkálvin -

pengar lensa út og inn.

Hjólið melur so sum smurt.

 

Fullveldið er allarbest

fyri meg og dekn og prest,

bert vit finna olju fyrst.

Reisið tykkum upp á tá -

hondina lat grannan fá.

Singið so av hjartans list!!!.

 

Fullveldið vit fáa brátt

her á sístu aldargátt.

Sum tað verður deiligt tá!

Sing bert við og klappa nú.

Landið eiga eg og tú.

Lat os rópa hart “Hurrá”.

 

if-99okt